Endurgjaldskrav

Sambært keypilógini  hevur tú rætt til endurgjald ella umvæling um feilur ella mangul er á keyptu vøruni.  T.v.s at vøran kann verða umvæld, endurgoldin ella partvís endurgoldin, um so er at feilur ella mangul eru á vøruni. Tað skal vera týðuligt, at feilurin ikki er komin av skeivari nýtslu ella viðferð av vøruni.

Fyrivarni verður tikið fyri útseldum vørum og prentvillum.

Um trupulleikar eru við einari vøru, set teg so í samband við okkum á t-posti berglon@berglon.fo ella á telefon 773000.

Útbering

Vit senda vørur runt í Føroyum við Posta. Um bílagt verður áðrenn kl. 13.00 ein gerandisdag verður vøran borin út dagin eftir, tá talan er um meginøkið.  Uttanfyri meginøkið kann roknast við, at tað tekur 1 dag longur.

Sent verður eisini til útlandið. Er sendingin yvir 2 kg,  seta vit okkum í samband við kundan.

Afturbering

Um tú angrar netkeypið, ella støddin, liturin ella líknandi ikki er í lagið, hevur tú rætt til at senda vøruna aftur til Berglon, Runavík ella lata hana inn í Berglon, Runavík ella Berglon, Klaksvík innan 14 dagar eftir at vøran er keypt. Vinarliga boða okkum frá á telefon 773000 ella send ein teldupost til berglon@berglon.fo um vøran verður send aftur. Kvittan av keypinum skal leggjast í pakkan.

Sambært iðranarrættinum, tá keypt verður í  nethandli,  verður full upphædd endurgoldin, íroknað møguligan kostnað fyri frakt tá vøran bleiv send. Upphæddin verður flutt aftur til kundan.

Í samband við aftursending, rindar kundin sjálvur fyri at senda vøruna aftur, hetta verður ikki endurgoldið. Vøran skal verða í sama standi sum tá hon bleiv send til keyparan.

Gjaldskort

Tú kanst bert gjalda við gjaldskorti  í nethandlinum hjá okkum. Tað ber ikki til at nýta okkara Gávukort og tilgóðarseðlar.

Vit taka ímóti øllum vanligum gjaldskortum.

Tá tú rindar, skalt tú skriva nummarið sum stendur frammanfyri á gjaldskortinum, dato nær korti gongur út, og tey 3 eftirlitstølini á baksíðuni  á kortinum.

So avgreiða vit títt keyp. Ein fakturi/váttan kemur á tína teldupost adressu.