Rustvask 10L

495,00 kr. v/mvg

Goymslustøða: Á goymslu Vørunummar: 998090190 Vørubólking: , , Merki:

Vørulýsing

RUSTVASK
Rustmislittar jarnflatur, málingaflatur, flatur úr glasfipuri og plastikk kunnu viðgerast við RUSTVASK, so tær sýnast reinar og nýmálaðar.

Við nýtslu av RUSTVASKI á málaðar flatur tryggjar tú tær betri heftigrund fyri nýggjari máling. Illa mislittir koparlutir kunnu eisini viðgerast við Rustvaski.

RUSTVASK er sera munadygt til viðlíkahald uttan á skipum, eins og til aðrar flatur, sum eru útsettar fyri áloypandi vind- og saltávirkan.

Galvaniseraði evnir og nylon tola ikki hetta reingerðarevni. Rustvask má ikki koma í samband við evni við klori í, tí hesi menna giftug gassir í súrum umhvørvi.

Vit hava 30 ára royndir innan viðlíkahald og reingerð av útvendum flatum í tí veðurharða Atlantshavinum.

Rustvask kann viðmælast til:At fáa burtur rennirust av metall-, glasfipur- og plastflatum.
At reinsa koparlutir

Nýtsla: Ótynt ella tynt við vatni. Smyr ella sproyta RUSTVASK á økið. Bíða eina løtu. Skola síðani við vatni.Er flatan illa rustað, kann tann sterkari RUSTLOYSARIN frá Kemilux viðmælast.
Galvaniseraði evni og nylon tola ikki RUSTVASK.
Má ikke koma í samband við klorhaldug evni, tí hetta kann elva til menning av eitrandi gassi.

Goymsla: Væl afturlatin í upprunaligum ílati. Frostfrítt. Læst og óatkomiligt fyri børnum.

Nágreining

Vekt 11,2 kg
Merki

Kemilux