Rustloysari 10L

640,00 kr. v/mvg

Goymslustøða: Á goymslu SKU: 0700010 Vørubólking: , , Merki:

Vørulýsing

RUSTLOYSARI 
Uttandura flatur skemmast ofta av rusti og grefligum rípum av rennirusti. Av rennirusti stendst sjaldan nakar korrosiónsvandi, men rennirustur gevur keðiligar ábendingar um vánaligt viðlíkahald.

Jarnflatur, ið eru mislittar av rusti, málingaflatur, flatur av glasfipur ella plasti kunnu viðgerast við RUSTLOYSARA og fáast reinar og klárar, so tær sýnast sum nýggjar.

Um tú reinsar málingaflatur við RUSTLOYSARA, tryggjar tú tær eina betri heftigrund fyri nýggjari máling.

Eftir viðgerð og handfaring verður flatan skolað av við reinum vatni.

RUSTLOYSARA er ætlaður til viðlíkahald uttan á skipum og boripallum, eins og øðrum flatum, ið javnan eru undir harðari ávirkan av vindi, vætu og salti. Eru ivamál, so tosa við serfrøðingarnar á Kemilux.

Galvaniseraði evnir og nylon tola ikki hetta reingerðarevni. Rustvask má ikki koma í samband við evni við klori í, tí hesi menna giftug gassir í súrum umhvørvi.

Nýtsla: Ótynt ella tynt við vatni. Smyr ella sproyta RUSTVASK á økið. Bíða eina løtu. Skola síðani við vatni.

Goymsla: Væl afturlatin í upprunaligum ílati. Frostfrítt. Læst og óatkomiligt fyri børnum.

Nágreining

Vekt 11,2 kg
Merki

Kemilux