BrainBox Tíðarferðin
275,00 kr. v/mvg
- Vørulýsing
- Nágreining
Vørulýsing
Endiliga er ein spildurnýggj røð av føroyskum barnaspølum útkomin!
Tú kanst nú bíleggja spildurnýggja BrainBox Tíðarferðin, sum er eitt stuttligt borðspæl til børn frá umleið 5-12 ár. BrainBox Tíðarferðin er eitt minnisspæl við teknaðum myndum og teksti, har ymisk tíðarskeið og hendingar verða lýst. Tú fært 10 sekund at minnast hvat sæst á kortinum, síðani skalt tú kasta ein terning og svara spurninginum tú fært á baksíðuni.
Í spælinum eru 55 myndakort og til ber at spæla umaftur og umaftur, tí hvørt kort inniheldur 6 ymiskar spurningar.
BrainBox Tíðarferðin er stuttligt og er samstundis eisini læruríkt. Tað er selt í yvir 8 mió. eintøkum kring heimin, so tað er sera væl umtøkt.
Í hesum umfarinum geva vit eina røð út við trimum ymiskum spølum. Talan er um BrainBox Myndir, sum er til 3-7 ára gomul, BrainBox Tíðarferðin, sum er til 5-12 ára gomul og BrainBox Heimurin, sum er til 7-14 ára gomul.
BrainBox Tíðarferðin er ein sera góð jólagáva til umleið 5-12 ára gomul børn.
Nágreining
Vekt | 0,2 kg |
---|---|
Kyn | Dreingir, Gentur |